Senegal

République du Sénégal
Tjóðveldið Senegal
Flagg Senegal
(Flagg Senegal)
Skjaldarmerki Senegal
(Skjaldarmerki Senegal)
Tjóðarslagorð: "Un Peuple, Un But, Une Foi"
Tjóðsangur: "Pincez Tous vos Koras, Frappez les Balafons"
Alment málFranskt, Viðurkend regional mál: Wolof, Soninke, Serer, Fula, Maninka, Jola
HøvuðsstaðurDakar
ForsetiMacky Sall
ForsætisráðharriSidiki Kaba
Fullveldi20. august 1960
(frá Mali)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
196,723 km²
2.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
18 384 660
93.3/km²
GjaldoyraCFA Frankur
TíðarøkiUTC 0
Økisnavn á alnetinum.sn
Telefonkota+221

Tjóðveldið Senegal (alment franskt heiti République du Sénégal) er eitt land í Vesturafrika. Í norðri hevur Senegal mark við Móritania, í eystri við Mali, og í suðri við Guinea-Bissau og Guinea. Gambia liggur inni í landinum. Landið er 94 % muslimskt [1]. Fólkatalið var 12 969 606 við ársbyrjan 2012. Franskt er almenna málið í Senegal [2]. Miðallívsævin í landinum er 60,18 og 60,7 % av fólkinum eru ikki lesifør [3]. 14,5 % av fólkinum er arbeiðsleys. Høvuðsstaðurin eitur Dakar.

Navnaupprunirætta

Søgarætta

Al-Hadj Umar (1797-1864) var lærdur muslimur úr Futa Toro, sum var miðskeiðis við Senegalá. Í Futa Jalon, tætt við kelduna, har Nigerá tekur við, fór hann upp í Tijaniyya-brøðrafelagsskapin og fór pílagrímsferð til Mekka í Saudiarábia. Hann var burtur í mong ár. Á veg heimaftur gav hann gætur eftir ábótunum, sum Mohammed Ali gjørdi í Egyptalandi, hóast evropear vóru ímóti tí. Í Sokoto kannaði hann frá 1821 til 1837 ávirkana av fulani jihad, ella heilaga krígnum, sum hevði verið stutt frammanundan. Í 1840 kom hann aftur til Futa Jalon sannførdur um, at hann átti at stovna sítt egna muslimska ríki. Við vápnum, hann keypti frá fronskum keypmonnum, sigraði hann á heidnum valdsharrum ímillum ovara part av Senegal. Síðan kom hann í bardaga við fraklendingar í Senegaldali, og í 1862 vann hann á Hamdallahi kalifatinum í Masina. Herdeildir hansara lupu so á Timbuktu, men har fingu tær harða mótstøðu, og í 1864 varð Al-Hadj Uman dripin.

Politikkurrætta

Senegal avtók deyðarevsing í 2004 [4].

Landafrøðirætta

Lívligi høvuðsstaðurin í Senegal, Dakar, er bygdur á einum grýtutum nesi; nesið er vestasti landoddi í Afrika. Hesin týdningarmikli havnabýur var einaferð høvuðsstaður í Franska Vesturafrika, og har eru enn mong prýðilig hús úr hjálandatíðini. Á gøtunum í Dakar sæst nú á døgum stór armóð síð um síð við dýrar matstovur og nýggj gistingarhús.

Búskapurrætta

Senegal er ríkt land, borið saman við hini londini her um leiðir [5]. Tað er mest tí, at høvuðsstaðurin í Franska Vesturafrika var her, og Senegal hevur enn nógv samband við Frakland. Stóra Senegalá hevur alstóran týdning fyri meginpartin av landinum. Tá ið áin veksur í regntíðini, taðar runan lendið, sum stendur undir í vatni, so at har fruktar ógvuliga væl. Vøkru sandstrendurnar við pálmatrøum hava gjørt, at ferðavinnan er vorðin týdningarmikil vinna.

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Senegal arbeiða í landbúnaðinum. Fyri norðan eru korn, til dømis hirsa, durra og jarðnøtir, týdningarmesta grøðin; jarðnøtir verða dyrkaðar til útflutnings. Fyri sunnan dyrka tey mest rís, tí at har er meiri avfall. Áður var nærum helvtin av allari búnaðarjørðini nýtt at dyrka jarðnøtir í, men nú er fiskur um at gerast størsta útflutningsvøran. Enn er vanligt, at útróðrarmenn fara til útróðrar í bátum, sum eru gjørdir úr holaðum viðarbulum. Hetta elligamla far verður nevnt piroga.

Fólkiðrætta

Her eru mong fólksløg, til dømis woloffólkið og mandinkafólkið, og mangir fraklendingar búgva eisini her [6]. Her eru eisini fleiri átrúnaðir - islam síð sum síð við afrikanskar átrúnaðir.

Mentanrætta

Í øldir hevur Senegal átt dýran og livandi mentanararv av mannamunni. Søguligar hendingar og tilburðir og frásagnir úr gerandislívinum eru borin ætt eftir ætt í frásøgnum, yrkingum og sangi. Í Senegal eru fólk, nevnd griot, sum fara bygd úr bygd at syngja og siga frá. Eitt av mongu, gomlu ljóðførunum, leikt verður á, er til dømis kora.

Myndasavnrætta

Keldurrætta

  1. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/sg.html. Heintað 2012-06-09. 
  2. http://snl.no/Senegal/befolkning
  3. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/sg.html. Heintað 2012-06-09. 
  4. http://www.amnesty.no/aktuelt/flere-nyheter/arkiv-nyheter/senegal-avskaffer-d%C3%B8dsstraff
  5. http://www.globalis.no/Land/Senegal
  6. http://www.state.gov/r/pa/ei/bgn/2862.htm
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


🔥 Top keywords: ForsíðaPussy RiotModule:ArgumentsIndonesiaUEFA Champions League innleiðandi umfør og playoffumfar 2016-17Hjálp:InnihaldKvadratrótBaike: UmPallebaEgyptaland2016–17 UEFA Champions League qualifying phase and play-off roundSvalbarðMynd:Flag of the Faroe Islands.svgBrasilBaike: Vælkomin nýbyrjariSerstakt:Seinastu broytingarPáskirBaike: Aktuellar hendingarPaddaHeilivágsídnaðurBaike: UndirhúsiðBaike: ForsíðaWikiywr7pWiki BaikeSerstakt:LeitaMichelle ObamaBaike: General disclaimerRené DescartesISO 8601Polynom á øðrum stigiBólkur:BólkarNikaraguaStokkhólmurSosialir miðlarGrønlandRobin WilliamsRussiska fótbóltslandsliðiðFakfeløgPostnummur í FøroyumFlaggdagar í FøroyumISBNWikiWhakeBólkur:Andlát í 17. øldDavid WoodardSkírhósdagurThe InterviewAvstraliaJ. R. R. TolkienAlisfrøðiAlmenn ognParaguaiTunlar í FøroyumAlfrøðiFøroya LøgtingPeruFyrimynd:Calculation resultsBaike: Generelt fyrivarniMicrosoft WindowsLubbockBaike: Privacy policyMynd:Commons-logo.svgBaike: Keldur700 f.Kr.m2kjzBenadikt XVISúlukongurHervør PálsdóttirThessalonikiUpprunaamerikanarar10. november2024Opið innihaldGöteborgSerstakt:MyTalkGregorianski kalendarinFyrimynd:WikipediasysterMynd:ISO 639 Icon fo.svg2002SkælingurFøroyarSeinni heimsbardagiRussland1896Hjálp:InnritanAC MilanEivør PálsdóttirJulius CæsarAramæiskt málKeypmannahavnSerstakt:MyContributionsISO 3166-1 alfa-2FøroyingasøgaUSAFøroysk landafrøðiFøroyskt málBólkur:Býir í AlabamaElton John