Olaf Johannessen

Føroyskur sjónleikari

Olaf Heine Johannessen (føddur 8. juli 1961 í Tórshavn) er ein føroyskur sjónleikari, sum er útbúgvin á Odense Teater Sjónleikaraskúla í 1986. Hann spælir sjónleikir í Danmark og Týsklandi og í donskum sjónvarpi og filmum.

Olaf Johannessen
er eittmenniskja
Fødd(ur)8. jul 1961 í/á Tórshavn
Alma materOdense Teater
Starvsjónleikari á palli, filmsleikari, sjónleikari, raddaleikari
Foreldurfaðir Eyðun Johannessen
Dátuheiti
VIAF315549132
IMDBnm0423722
CommonsOlaf Johannessen

Tá hann var liðugur við útbúgvingina, bleiv hann settur í starv á Aarhus Teater, har hann eitt nú spældi høvuðsleiklutin í leikinum Lykke-Peer (1988) og í Hamlet (1992). I 1994 varð hann settur í starv á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn, har hann var í føstum starvi í 10 ár. Síðan tá hevur hann starvast sum freelance sjónleikari. Í sjónvarpssamanhangi er hann eitt nú kendur fyri sín leiklut sum forsætisráðharrin Kristian Kamper í Brotsgerðin III (Forbrydelsen III). Í 2013 vann hann eina Robert-heiðursløn fyri sín hjáleiklut í Brotsgerðin, hann vann í bólkinum Ársins mannligi hjáleiklutur - sjónvarpsrøð (Årets Mandlige Birolle - tv-serie).[1][2] Í 2014 vann hann virðislønina Teaterpokalen fyri at spæla leiklutin sum Eichmann í sjónleikinum Samtale før døden eftir Adam Price. Í 2015 fekk hann donsku virðislønina Ársins Reumert fyri besta mannliga høvuðsleiklut í sjónleikunum Samtale før døden og Mefisto á Betty Nansen Teatret, umframt Heksejagt, ið varð framførdur á Det Kongelige Teater. Í januar mánaði 2022 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins 2021 "fyri at lyfta leiklutirnar upp á eitt altjóða stig og vísa okkum menniskjað í øllum sínum fjølbroytni, um tað er ein nasistur, ein einaræðisharri, ein forsætisráðharri ella ein klovnur".[3][4][5]

Olaf Johannessen er sonur leikstjóran Eyðun Johannessen og bróðir sjónleikarinnuna Anniku Johannessen.

Leiklutir í sjónleikum framførdir á palli í sjónleikarhúsirætta

Ikki fullfíggjað yvirlit

ÁrSjónleikarhúsSjónleikurRithøvundurLeikstjóriLeiklutur (-ir)
2009Teatret ved Sorte HestHjortenVivian NielsenVivian NielsenJarl
Det Kongelige Teater
(Gestasjónleikur á Dramaten)
Language of HopeDas BeckwerkDas BeckwerkMediet
Det Kongelige TeaterRichard IIIWilliam ShakespeareStaffan Valdemar HolmLord Grey, 1. drápsmaður, Kong Edward IV, Ungi Richard av York, Stanley, borgarstjóri í London
MamutteatretPPPClaus FlygareMinna JohannessonPier Paolo Pasolini
Café TeatretKrasnoyarskJohan HarstadLine PaulsenAntropologurin
Det Kongelige TeaterRødt og grøntAstrid SaalbachSøren IversenManne
2011-14Schauspielhaus DüsseldorfKarte und GebietMichel HouellebecqFalk RichterMichel Houellebecq
2013-14Schauspielhaus DüsseldorfPeer GyntHenrik IbsenStaffan Valdemar HolmPeer Gynt[6]
2013Grønnegårds TeatretFruentimmerskolenMolièreMadeleine Røn JuulArnolphe
2014Betty Nansen TeatretSamtale før dødenAdam PricePeter LangdalAdolf Eichmann
2014Betty Nansen TeatretMefistoAriane MnouchkinePeter LangdalHendrik Höfgen
2015Det Kongelige TeaterHeksejagtArthur MillerRoger VontobelJohn Proctor
2015-16Schauspielhaus BochumRose BerndGerhard HauptmannRoger VontobelChristof Flamm
2015-16Det Kongelige TeaterPuntilaBertolt BrechtStaffan Valdemar HolmPuntila
2016Teater RépubliqueTopmøde for de mest deprimeredeBla. Shakespeare,Goethe,Büchner,Ibsen,DanteStaffan Valdemar Holm
2016Grønnegårds

Teatret

Jeppe på bjergetHolbergThomas BendixenJeppe

Filmsleiklutirrætta

ÁrFilmurLeikstjóriLeikluturAnnað
1999-2000Morten Korch - Ved stillebækkenOle StillebækSjónvarpsrøð, TV2
2009Alting bliver godt igenChristoffer BroMichael
2010PagtenJesper W. NielsenKim LandbetjentSjónvarps jólakalendari, DR1
BlekingegadeJacob ThuesenKenneth EbbeSjónvarpsrøð, TV2
2012Borgen

Forbrydelsen III

Jannik Johansen

Kristoffer Nyholm

Jørgen Hedegaard

Kristian Kamper

Sjónvarpsrøð, DR1

Sjónvarpsrøð, DR1

20141864Ole BornedalC.C. HallSjónvarpsrøð, DR1
2015Skammerens DatterKenneth KainzMester MaunusFilmur
2015Broen lllHenrik Georgsson-Rumle HammerichLarsSjónvarpsrøð, DR1

Heiðurrætta

  • 2004 Olaf Poulsens Mindelegat
  • 2009 Poul Reumerts Mindelegat
  • 2010 Lauritzen-heiðurslønin
  • 2013 Robert heiðursløn fyri besta hjáleiklutin hjá monnum í sjónvarpsrøð
  • 2013 Tilnevndur týska sjónleikaraheiðurslønina Der Faust fyri sín leiklut sum Peer Gynt á Düsseldorf Schauspielhaus[7][8]
  • 2013 Tilnevndur danska Teaterpokalen fyri sín leiklut sum Arnolphe í Fruentimmerskolen á Grønnegårdsteatret
  • 2013 Útnevndur Riddari av Dannebrog
  • 2014 Móttók Teaterpokalen fyri at spæla A.Eichmann í Samtale før døden eftir Adam Price
  • 2014: Fekk Ole Haslunds listalegat
  • 2014: Kosin Årets skuespiller av Berlingske.[9]
  • 2015: Fekk Ársins Reumert fyri besta mannliga høvuðsleiklut í Samtale før døden og Mefisto, Betty Nansen Teatret, umframt Heksejagt, Det Kongelige Teater[10]
  • 2016: Fekk Ársins Reumert fyri mannliga høvuðsleiklut í Puntila, Det Kongelige Teater.[11]
  • 2018: Reumert virðisløn fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst".[12]

Keldurrætta

  1. Aktuelt.fo Archived 2013-03-02 at the Wayback Machine Stór virðisløn til føroyskan sjónleikara
  2. Planet.fo Archived 2013-01-27 at the Wayback Machine Olaf Johannessen í uppskoti til heiðursløn
  3. Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2021, kvf.fo, 1. januar 2022
  4. Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn landsins, in.fo, 19. januar 2021
  5. Mentanarvirðisløn landsins latin Olaf Johannesen, vp.fo, 19. januar 2022
  6. Biograph.de
  7. "Planet.fo, Olaf Johannesen tilnevndur stóran týskan teaturprís". http://planet.fo/grein/olaf_johannesen_tilnevndur_storan_tyskan_teaturpris. Heintað 2013-09-12. 
  8. antenneduesseldorf.de
  9. b.dk
  10. "Her er vinderne af Årets Reumert 2015". DR. 2015-06-21. http://www.dr.dk/nyheder/kultur/cphstage/her-er-vinderne-af-aarets-reumert-2015. 
  11. "aaretsreumert.dk - De blev hædret ved Årets Reumert 2016". http://www.aaretsreumert.dk/de-blev-h%C3%A6dret-ved-%C3%A5rets-reumert-2016. Heintað 2016-06-13. 
  12. http://www.in.fo/news-detail/olaf-johannessen-fingid-reumert-heidursloen/


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: ForsíðaPussy RiotModule:ArgumentsIndonesiaUEFA Champions League innleiðandi umfør og playoffumfar 2016-17Hjálp:InnihaldKvadratrótBaike: UmPallebaEgyptaland2016–17 UEFA Champions League qualifying phase and play-off roundSvalbarðMynd:Flag of the Faroe Islands.svgBrasilBaike: Vælkomin nýbyrjariSerstakt:Seinastu broytingarPáskirBaike: Aktuellar hendingarPaddaHeilivágsídnaðurBaike: UndirhúsiðBaike: ForsíðaWikiywr7pWiki BaikeSerstakt:LeitaMichelle ObamaBaike: General disclaimerRené DescartesISO 8601Polynom á øðrum stigiBólkur:BólkarNikaraguaStokkhólmurSosialir miðlarGrønlandRobin WilliamsRussiska fótbóltslandsliðiðFakfeløgPostnummur í FøroyumFlaggdagar í FøroyumISBNWikiWhakeBólkur:Andlát í 17. øldDavid WoodardSkírhósdagurThe InterviewAvstraliaJ. R. R. TolkienAlisfrøðiAlmenn ognParaguaiTunlar í FøroyumAlfrøðiFøroya LøgtingPeruFyrimynd:Calculation resultsBaike: Generelt fyrivarniMicrosoft WindowsLubbockBaike: Privacy policyMynd:Commons-logo.svgBaike: Keldur700 f.Kr.m2kjzBenadikt XVISúlukongurHervør PálsdóttirThessalonikiUpprunaamerikanarar10. november2024Opið innihaldGöteborgSerstakt:MyTalkGregorianski kalendarinFyrimynd:WikipediasysterMynd:ISO 639 Icon fo.svg2002SkælingurFøroyarSeinni heimsbardagiRussland1896Hjálp:InnritanAC MilanEivør PálsdóttirJulius CæsarAramæiskt málKeypmannahavnSerstakt:MyContributionsISO 3166-1 alfa-2FøroyingasøgaUSAFøroysk landafrøðiFøroyskt málBólkur:Býir í AlabamaElton John