Niels Midjord

Niels Midjord (føddur 13. juni 1949, deyður 4. juni 2022) var føroyskur arkitektur, lærari, sangskrivari og sangari.

Niels Midjord í 2013

Niels Midjord vaks upp í Fuglafirði. Hann var útbúgvin arkitektur og lærari og hann starvaðist í Fuglafjarðar Skúla í mong ár. Sum arkitektur hevur hann m.a. teknað Mentanarhúsið í Fuglafirði[1], og hevði eisini eitt uppskot um kirkjubygging, tá ið Fuglafjørður skuldi fáa nýggja kirkju í 80'unum.

Í 2020 stillaði hann upp til kommunustýrisval í Fuglafjarðar Kommunu fyri lista Á.[2]

Hann andaðist, 72 ára gamal, leygardagin fyri hvítusunnu, hin 4. juni 2022.[3]

Tónleikarligt virksemirætta

Seinnu árini er Niels farin at gera alt meira við sangframførslur. Hann byrjaði við at syngja skemtiligar sangir sum "Mín grái fordur" og "Fimm feitar flugur", men síðani er hann farin at framføra meira traditionellan tónleik, millum annað kingosálmar.

Í 2009 gav hann út fløgu saman við Lív Næs, fløgan varð væl móttikin.

Í 2012 útgav Lív Næs sína egnu fløgu, Niels Midjord syngur ein av sangunum Mín lynglitta lá saman við henni.[4]

Í 2013 útgav hann tulkingar av Leonard Cohen, sum hann seng saman við Eilini Hansen.[5]

Útgávurrætta

  • (1987) Bingo. Niels syngur Gunleif live
  • (1991) Høvdaløg. Orð og løg hevur Niels Midjord staðið fyri
  • (1996) Flóttin. Niels og fleiri
  • (2002) 3 Kingomenn (Niels Midjord, Petur Jacob Eliasen og Hans Jacob Hansen) og Eivør Pálsdóttir.
  • (2005) Gomul sálmaløg úr Sjóvar sókn. 3 Kingomenn (Niels Midjord, Símun Rasmusmussen og Petur Jacob Eliasen), Símun- og Berint Rasmussen.
  • (2008) Sum ungur caballeiro. Lylli og Niels tulka Evert Taube á føroyskum.
  • (2009) Tú skalt eiga morgindagin. Niels Midjord & Lív Næs tulka Alf Proysen.
  • (2010) Bingo. Niels syngur Gunleif live, onnur økta útgáva.
  • (2013) Leonard Cohen tulkingar.
  • (2016) Faðir vár. Niels Midjord og Eilin Hansen framføra.
  • (2018) Bíbilskar vísur og katekismussangir. Niels Midjord og Eilin Hansen framføra.

Umframtrætta

  • (2013) UM VETURNÆTUR - Tey á Trøðni[6]

Keldurrætta

Slóðir úteftirrætta

🔥 Top keywords: ForsíðaPussy RiotModule:ArgumentsIndonesiaUEFA Champions League innleiðandi umfør og playoffumfar 2016-17Hjálp:InnihaldKvadratrótBaike: UmPallebaEgyptaland2016–17 UEFA Champions League qualifying phase and play-off roundSvalbarðMynd:Flag of the Faroe Islands.svgBrasilBaike: Vælkomin nýbyrjariSerstakt:Seinastu broytingarPáskirBaike: Aktuellar hendingarPaddaHeilivágsídnaðurBaike: UndirhúsiðBaike: ForsíðaWikiywr7pWiki BaikeSerstakt:LeitaMichelle ObamaBaike: General disclaimerRené DescartesISO 8601Polynom á øðrum stigiBólkur:BólkarNikaraguaStokkhólmurSosialir miðlarGrønlandRobin WilliamsRussiska fótbóltslandsliðiðFakfeløgPostnummur í FøroyumFlaggdagar í FøroyumISBNWikiWhakeBólkur:Andlát í 17. øldDavid WoodardSkírhósdagurThe InterviewAvstraliaJ. R. R. TolkienAlisfrøðiAlmenn ognParaguaiTunlar í FøroyumAlfrøðiFøroya LøgtingPeruFyrimynd:Calculation resultsBaike: Generelt fyrivarniMicrosoft WindowsLubbockBaike: Privacy policyMynd:Commons-logo.svgBaike: Keldur700 f.Kr.m2kjzBenadikt XVISúlukongurHervør PálsdóttirThessalonikiUpprunaamerikanarar10. november2024Opið innihaldGöteborgSerstakt:MyTalkGregorianski kalendarinFyrimynd:WikipediasysterMynd:ISO 639 Icon fo.svg2002SkælingurFøroyarSeinni heimsbardagiRussland1896Hjálp:InnritanAC MilanEivør PálsdóttirJulius CæsarAramæiskt málKeypmannahavnSerstakt:MyContributionsISO 3166-1 alfa-2FøroyingasøgaUSAFøroysk landafrøðiFøroyskt málBólkur:Býir í AlabamaElton John