Løgtingsvalið 2019

Løgtingsvalið 2019 til Føroya Løgting varð leygardagin hin 31. august 2019. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2019. Valið varð seinasta dagin í valskeiðnum, sum møguligt var at halda løgtingsval, tí at seinasta løgtingsval var tann 1.september 2015.[1][2][3] Á valinum í 2019 vóru okkurt um 1000 fleiri veljarar enn á valinum 2015.

Flokkar og valevnirætta

Sjey tingfólk høvdu boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur. Tey vóru Kári P. Højgaard, Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helena Dam á Neystabø, Edmund Joensen og Joen Magnus Rasmussen.[4]

Kristin Michelsen, sum varð valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta løgtingsvali, var hesa ferð á listanum hjá Sjálvstýrinum.[5]

Níggju flokkar vóru at velja millum á løgtingsvalinum 2019. Tað vóru teir sjey flokkarnir, sum tá vóru í løgtinginum, og tveir nýggir. Teir nýggju vóru Framtakið fyri rættinum at velja kannabis og Føroyaflokkurin.[6][7] Tilsamans 179 valevni bjóðaðu seg fram til løgtingsvalið, 121 menn og 58 kvinnur.[8] Tann 17. august kl. 18 var seinasta freist at lata valevnislistar inn til formannin í løgtingsvalnevndini.[9]

Atkvøðugreiðslan byrjaði 31. august 2019, kl. 10.00 fyrrapart og helt fram til kl. 20.00.[10]

FlokkarValevni[8][11][12]
 AFólkaflokkurin28
 BSambandsflokkurin29
 CJavnaðarflokkurin28
 DSjálvstýri15
 ETjóðveldi34
 FFramsókn14
 HMiðflokkurin15
 K – Framtakið12
 L – Føroyaflokkurin4

Úrslitrætta

Flokkarrætta

Fólkaflokkurin gekk 5,6 prosentstig fram og gjørdist stóri vinnarin á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði størstu afturgongdina við 2,9 prosentstig, men hinir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, mistu eisini meira enn 2 prosentstig hvør.

  • Atkvøðurætt: 37.821
  • Atkvøður: 33.819
  • Blankar/Ógildugar: 82/47
  • Valluttøka: 89,8%
FlokkarAtkvøðurTinglimir
ListarVal 2019%Val 2015%MunurVal 2019Val 2015
 AFólkaflokkurin829824,5610218,9+5,686
 BSambandsflokkurin688220,3604618,7+1,676
 CJavnaðarflokkurin749522,2809325,1-2,978
 DSjálvstýri11583,413054,0-0,612
 ETjóðveldi612918,1669120,7-2,667
 FFramsókn15624,622416,9-2,322
 HMiðflokkurin18165,417795,5-0,122
 K – Framtakið3120,900+0,900
 L – Føroyaflokkurin1670,500+0,500
33819323743333

Tølini eru frá heimasíðuni hjá Løgtinginum (atkvøður)[13] og frá heimasíðuni hjá KvF (tinglimir).[14]

Persónligar atkvøðurrætta

Aksel V. Johannesen gjørdist toppskorari á valinum við 2323 atkvøðum. Bárður á Steig Nielsen fekk næstflestar við 1218. [15] Av teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð, fekk Beinir Johannesen flestar atkvøður við 998.

Persónligar atkvøður av teimum 33 fólkunum, ið manna nýggja løgtingið.[13][14]
(25 menn og 8 kvinnur. Fínteljingin er liðug.)[16][17]

ValevniAtkvøður
 CAksel V. Johannesen2323
 BBárður á Steig Nielsen1218
 EHøgni Hoydal1208
 ABeinir Johannesen998
 AJacob Vestergaard783
 AJørgen Niclasen722
 AJógvan á Lakjuni683
 AChristian Andreasen580
 BMagnus Rasmussen575
 AJákup Mikkelsen548
 CIngilín Didriksen Strøm546
 BHelgi Abrahamsen497
 ESirið Stenberg493
 HJenis av Rana471
 BKaj Leo Holm Johannesen468
 AUni Rasmussen465
 AElsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur461
 CHenrik Old443
 CHeðin Mortensen429
 EBjørt Samuelsen404
 HBill Justinussen371
 B – Frimodt Rasmussen357
 CDjóni Nolsøe Joensen352
 EKristina Háfoss344
 BRósa Samuelsen314
 E – Beinta Løwe301
 DKristin Michelsen298
 EHervør Pálsdóttir289
 C – Jóhannis Joensen285
 FBjarni K. Petersen280
 BJohan Dahl276
 CBjarni Hammer271
 FPoul Michelsen271

Hygg eisini atrætta

Ávísingar úteftirrætta

Keldurrætta

🔥 Top keywords: ForsíðaPussy RiotModule:ArgumentsIndonesiaUEFA Champions League innleiðandi umfør og playoffumfar 2016-17Hjálp:InnihaldKvadratrótBaike: UmPallebaEgyptaland2016–17 UEFA Champions League qualifying phase and play-off roundSvalbarðMynd:Flag of the Faroe Islands.svgBrasilBaike: Vælkomin nýbyrjariSerstakt:Seinastu broytingarPáskirBaike: Aktuellar hendingarPaddaHeilivágsídnaðurBaike: UndirhúsiðBaike: ForsíðaWikiywr7pWiki BaikeSerstakt:LeitaMichelle ObamaBaike: General disclaimerRené DescartesISO 8601Polynom á øðrum stigiBólkur:BólkarNikaraguaStokkhólmurSosialir miðlarGrønlandRobin WilliamsRussiska fótbóltslandsliðiðFakfeløgPostnummur í FøroyumFlaggdagar í FøroyumISBNWikiWhakeBólkur:Andlát í 17. øldDavid WoodardSkírhósdagurThe InterviewAvstraliaJ. R. R. TolkienAlisfrøðiAlmenn ognParaguaiTunlar í FøroyumAlfrøðiFøroya LøgtingPeruFyrimynd:Calculation resultsBaike: Generelt fyrivarniMicrosoft WindowsLubbockBaike: Privacy policyMynd:Commons-logo.svgBaike: Keldur700 f.Kr.m2kjzBenadikt XVISúlukongurHervør PálsdóttirThessalonikiUpprunaamerikanarar10. november2024Opið innihaldGöteborgSerstakt:MyTalkGregorianski kalendarinFyrimynd:WikipediasysterMynd:ISO 639 Icon fo.svg2002SkælingurFøroyarSeinni heimsbardagiRussland1896Hjálp:InnritanAC MilanEivør PálsdóttirJulius CæsarAramæiskt málKeypmannahavnSerstakt:MyContributionsISO 3166-1 alfa-2FøroyingasøgaUSAFøroysk landafrøðiFøroyskt málBólkur:Býir í AlabamaElton John