Franska Gujana

Guyane française
Flagg Franska Gujana
(Flagg Franska Gujana)
Skjaldarmerki Franska Gujana
(Skjaldarmerki Franska Gujana)
Tjóðarslagorð: "Liberté, égalité, fraternité"
Tjóðsangur: "La Marseillaise"
Alment málFranskt
HøvuðsstaðurCayenne
Forseti FraklandsEmmanuel Macron
ForsetiRodolphe Alexandre
FullveldiEinki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
83,534 km²
0,02 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
250,109
3,0/km²
GjaldoyraEuro
TíðarøkiUTC-03
Økisnavn á alnetinum.fr
Telefonkota+594

Franska Gujana (á fronskum Guyane française ella bara Guyane) er í landnyrðingspartinum í Suðuramerika, eystan fyri Surinam og norðan fyri Brasil. Tað er franskur landslutur, har tey hava evruna sum gjaldoyra, og fólkið hevur atkvøðurætt til øll val í Fraklandi. Høvuðsstaðurin er Cayenne, sum hevur givið navn til m.a. cayennepipar. Landið er um leið tvær ferðir so stórt sum Danmark, men har búgva bara um leið 250.000 fólk. 95,5 prosent av lendinum í Fronskum Gujana er regnskógur[1], ið er ein tann fremsti í heiminum, tá ið talan er um lívsfrøðiligt margfeldi. Einasta hjálandi, ið er eftir í Suðuramerika, er Franska Gujana, í mong ár kent fyri Devlaoynna, illa gitnu fangaleguna stutt úti fyri strondini. Nú er landið betur kent fyri at vera miðstøð fyri evropeiskar rúmdarverkætlanir.

Búskapurrætta

Búskaparliga er Franska Gujana tætt knýtt at Fraklandi og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Suðuramerika. Gullmálmur er at finna í skóginum, men tað er torført at útvinna hann, tí har eru næstan eingir vegir. Franska Gujana hevur einki vegasamband við grannalondini Brasil og Surinam. Á marknastøðunum mugu ferðandi fara við báti tvørtur um marknaráirnar. Á trimum oyggjum úti fyri strondini á Fronskum Gujana var til 1953 ein illa gitin revsilega. Tann størsta oyggin eitur Djevlaoyggin. Í 100 ár sendi hjálandaveldið Frakland 75.000 revsifangar út hagar. Talan var um landasvíkjarar, brotsmenn og herrýmingar. Einans trý prosent av teimum komu frá teimum ræðuligu korunum á lívi. Nær við ta gomlu revsileguna á oyggjunum úti fyri Fronskum Gujana er nú á døgum ein tann týdningarmesta inntøkukeldan í landinum. Tað er ein rúmdarstøð, har ESA, tann Evropeiski rúmdarfelagsskapurin, sendir síni rúmdarfør út í rúmdina. Fleiri enn 15.000 fólk búgva og starvast í Kourou, ið er rúmdarstøð hjá Evropeiska rúmdarsambandinum (ESA). Haðan verða arianerakettir skotnar út í rúmdina við fylgisveinum og sondum.

Arbeiðsloysið er stórt, men nógv vóna, at vaksandi ferðavinna fer at skapa arbeiðspláss. Tað, sum kann draga ferðafólk hendan vegin, er fyrst og fremst náttúran: Har eru 1300 sløg av trøum, 190 sløg av súgdýrum, 720 fuglasløg og 480 fiskasløg. Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin tropiskur regnskógur við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum plantu- og dýralívi, har er t.d. oselotur, jaguarur, puma og satt skriðdýrameingi.

Fólkiðrætta

Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin regnskógur.

Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heimi. Við fólkateljingina í 2011 vóru 56,5% av íbúgvunum fødd í Franska Gujana, 9,3% vóru fødd í meginlands Fraklandi (í Evropa), 3,4% vóru fødd í Fransk Karibisku departementunum Guadeloupe og Martinique og 30,5% uttanlands (fyrst og fremst Suriname, Haiti og Brasil). Í Fronskum Gujana býr eisini ein stórur bólkur, sum er ættaður úr Laos (ið áður hoyrdi til Fraklands sum partur av hjálandinum Fronskum Indokina). Næstan helvtin av fólkinum er fødd uttanlands, í Fraklandi ella aðrastaðni, har Frakland hevur rátt ella framvegis ræður. Upprunafólkið, indiánararnir, telur bert trý til fýra prosent av fólkatalinum. Eingin veit við vissu, hvussu nógvir teir eru. Ymiskt bendir á, at tað framvegis eru fólkabólkar í regnskóginum, sum ikki enn hava havt nakað samband við umheimin. Í regnskóginum liva eisini eftirkomarar hjá trælum, sum einaferð vórðu førdir um hav úr Afrika. Næstan ongar vørur verða gjørdar í Fronskum Gujana. Har er fiskivinna, og úti við strondina dyrka tey bananir og sukurrør. Næstan alt, sum fæst til keyps í landinum, er innflutt, meginparturin úr Fraklandi.

Málrætta

Almenna málið er franskt, men fleiri onnur mál verða tosað í Fransk Gujana, eitt nú Fransk Gujana Kreolskt, seks Amerindiansk mál (Arawak, Palijur, Kali'na, Wayana, Wayampi, Emerillon), fýra Maroon málføri (Saramaka, Paramaccan, Aluku, Ndyuka), og Hmong Njua. Onnur mál ið verða tosað í landinum eru eitt nú portugiskt, hakka, haitiskt kreol, spanskt, niðurlendskt og enskt.

Keldurrætta

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: ForsíðaPussy RiotModule:ArgumentsIndonesiaUEFA Champions League innleiðandi umfør og playoffumfar 2016-17Hjálp:InnihaldKvadratrótBaike: UmPallebaEgyptaland2016–17 UEFA Champions League qualifying phase and play-off roundSvalbarðMynd:Flag of the Faroe Islands.svgBrasilBaike: Vælkomin nýbyrjariSerstakt:Seinastu broytingarPáskirBaike: Aktuellar hendingarPaddaHeilivágsídnaðurBaike: UndirhúsiðBaike: ForsíðaWikiywr7pWiki BaikeSerstakt:LeitaMichelle ObamaBaike: General disclaimerRené DescartesISO 8601Polynom á øðrum stigiBólkur:BólkarNikaraguaStokkhólmurSosialir miðlarGrønlandRobin WilliamsRussiska fótbóltslandsliðiðFakfeløgPostnummur í FøroyumFlaggdagar í FøroyumISBNWikiWhakeBólkur:Andlát í 17. øldDavid WoodardSkírhósdagurThe InterviewAvstraliaJ. R. R. TolkienAlisfrøðiAlmenn ognParaguaiTunlar í FøroyumAlfrøðiFøroya LøgtingPeruFyrimynd:Calculation resultsBaike: Generelt fyrivarniMicrosoft WindowsLubbockBaike: Privacy policyMynd:Commons-logo.svgBaike: Keldur700 f.Kr.m2kjzBenadikt XVISúlukongurHervør PálsdóttirThessalonikiUpprunaamerikanarar10. november2024Opið innihaldGöteborgSerstakt:MyTalkGregorianski kalendarinFyrimynd:WikipediasysterMynd:ISO 639 Icon fo.svg2002SkælingurFøroyarSeinni heimsbardagiRussland1896Hjálp:InnritanAC MilanEivør PálsdóttirJulius CæsarAramæiskt málKeypmannahavnSerstakt:MyContributionsISO 3166-1 alfa-2FøroyingasøgaUSAFøroysk landafrøðiFøroyskt málBólkur:Býir í AlabamaElton John